Persónsdátapolitikkur

Endamál: Endamálið við hesum politikkið er at upplýsa fyri kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgera í sambandi við kundaviðurskifti.

Hendan kunningin lýsir, hvussu P/F Dvøljan verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verður gjørd í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.

Hví skráseta og brúka vit tínar persónsupplýsingar? 

Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg, undir hesum bílegging av borði og avtalur um keyp av vørum og tænastum.

Hetta merkir, at vit skráseta og brúka upplýsingar tá:

Vit skráseta og brúka eisini tínar upplýsingar í sambandi við marknaðarføring og annað tænastuvirksemi, undir hesum:

Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð, tá ið tú til dømis:

Hvørjar upplýsingar skráseta og brúka vit?

Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir hvørjar tænastur ella vørur, tú bíleggur ella ert áhugað/-ur í. Undir hesum:

Farspor

Tá ið tú vitjar www.angus.fo og/ella www.mungo.fo, brúka vit farspor-tøkni (cookies) at kenna tína teldu, telefon, teldil o.tíl. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær ta bestu persónligu tænastuna og miðvísa okkara marknaðarføring. Eitt farspor er ein tekstfíla, ið fortelur okkum, hvussu leingi tú vitjar heimasíðuna, um tú hevur vitjað okkum fyrr, hvørjar síður tær dámar best o.a. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar um teg, so sum tína IP-adressu og tínar vanar á alnótini.

Heimild

Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Alt eftir hvør viðgerð talan er um, er heimildin eitt av hesum niðanfyri:

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar so leingi, tað er neyðugt til tað endamál, tínar upplýsingar eru skrásettar og brúktar til. Vit goyma tí altíð tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Í skipanum hjá Angus og Mungo verða tínar upplýsingar dulnevndar, um tú ikki hevur bílagt tænastuveiting í 36 mánaðir. Bókhaldið goymur tó tínar upplýsingar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu sambært bókhaldslógini.

Hevur tú teknað hald av tíðindabrævið, verða tínar upplýsingar goymdar til tú meldar haldið frá.

Triðipartur

Persónsupplýsingar frá triðjaparti 

Vit skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum og gjalds- og tænastuveitarum, tá ið tú brúkar tíni gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og brúka upplýsingarnar, tá ið tú skal gjalda.

Triðipartar, sum fáa tínar upplýsingar

Tínar upplýsingar verða bert latnar innanhýsis í fyritøkuni, herundir til bókhaldið, um tú hevur keypt eina vøru/tænastu. Innanhýsis hava vit mannagongdir og politikkir ið skulu tryggja tínar upplýsingar óansæð hvar í fyritøkuni teir eru.

Í sambandi við menning av KT, hýsing og tænastuveiting flyta vit tínar persónsupplýsingar til dátaviðgerar. Vit tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdin verður varðveitt í tílíkum flutningin av dátum.

Tíni rættindi

Innlit í tínar persónsupplýsingar 

Tú kanst fáa innlit í teir upplýsingar, vit hava goymt og skrásett um teg, undir hesum hvaðani tær stava, og hvat tær verða brúktar til. Tú kanst fáa innlit í, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingarnar alt eftir, um tær verða latnar víðari. Rætturin at fáa innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur, um so er, at ávísar upplýsingar gera seg inn á rættindi hjá øðrum.

Tíni rættindi

Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Í summum førum hevur tú rætt at tala at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg, skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Hetta tó bara, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.

At taka samtykki aftur 

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykkið aftur. Gev gætur, at um tú tekur samtykkið aftur, eru vit ikki før fyri at veita tær ávísar tænastur ella vørur. Vit goyma tó tínar persónsupplýsingar, um vit hava tørv á teimum fyri at halda eina avtalu við teg, ella um vit hava lógásetta skyldu til tess.

Samband og rætt til kæru

Hevur tú spurningar viðvíkjandi tínum rættindum og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Teldupostur: datuvernd@sms.fo

Tinghúsvegur 47

Postboks 1059

110 Tórshavn

Tlf.: +298 341900